ÓBOÐIÐ HOYRINGSSVAR: HVAT VERÐUR AV TEIMUM, SUM FELLA UTTANFYRI SKIPANINA?

ÓBOÐIÐ HOYRINGSSVAR: HVAT VERÐUR AV TEIMUM, SUM FELLA UTTANFYRI SKIPANINA?

Í uppskotinum til Løgtingsfíggjarlógina 2025 kom fram, at Samgongan ætlar at spara tvær milliónir við einum broytingaruppskoti til lógina um arbeiðsbúgving. Hetta kom óvart á, tí hvørki MEGD, Giktafelag Føroya ella nakað annað sjúklingafelag er hoyrt í hesi ætlan. Men, hóast Giktafelag Føroya ikki er hoyrt í málinum, hava vit sjálvboðið valt at skriva eitt hoyringsskriv um hesar ætlanir.

Lógaruppskotið fer til fyrstu viðgerð í morgin, 8. oktober, og tí er avmarkað hvussu væl felagið hevur kunna fyrireika hoyringsskrivið. Tí er neyðugt at vísa á, at tær atfinningar, sum eru at lesa í hoyringsskrivinum møguliga eiga at verða útbygdar enn meira. Her er ein av avmarkingunum tann, at tað í okkara skrivi er lagdur ov lítil dentur á tann partin, sum snýr seg um aldursmark fyri skipanina við tillagaðum størvum.

Haldið okkum til góðar, stundirnar hava ikki verið til at viðgerða hetta víðari.

Les hoyringsskrivið her.

Undirskriftsinnsavnanin send Fíggjarmálaráðnum

Undirskriftainnsavnanin send Fíggjarmálaráðnum

Í samband við undirskriftsinnsavnanina, sum Giktafelagið hevur staðið fyri, um at fáa giktalækna Pero Soré aftur í starv, hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stóra, sent felagnum eina skrivliga fráboðan. Svarið var felagnum í hendi tann 23. juni.

Í skrivinum verður sagt, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, skal taka sær víðari av viðgerðini av málinum um at seta Pero Soré aftur í starv.

Orsøkin er tann, at landsstýriskvinnan í heilsumálum metir seg vera ógegniga at viðgera málið.

Undirskriftirnar liggja sostatt í Fíggjarmálaráðnum, har tað verður viðgjørt, og vit lata frætta meira, tá ið felagið fær svar frá Fíggjarmálaráðnum.

Undirskriftsinnsavnanin, um at fáa giktalækna Pero Soré aftur í starv, var skipað frá 29. mai til 16. juni og í hesum tíðarskeiði komu 532 undirskriftir inn frá borgarum, sum valdu at stuðla felagnum í hesum máli. Undirskriftainnsavnanin varð handað landsstýriskvinnuni í heilsumálum tann 16. juni.

Les meira um undirskriftainnsavnanina.

Giktafelag Føroya

Áheitan: Takið giktaøkið í álvara!

Áheitan frá aðalfundinum: Takið giktaøkið í álvara!

Á aðalfundi hjá Giktafelag Føroya tann 12. apríl, varð skotið upp, at enn eitt skriv skuldi sendast myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum, um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv, og yvirhøvur at taka tað føroyska giktaøkið í álvara.

Orsøkin til uppskotið var tann, at fólk eru ónøgd við fleiri ymisk viðurskiftir á heilsuøkinum, og kenna seg yvirsædd í skipanini, og halda ikki at nóg stórt atlit verður tikið til sjúklingin, í avgerðini um ikki at seta giktalæknan aftur í starv.

Atkvøtt varð um uppskotið, og tók fundarfólkið á aðalfundinum undir við uppskotinum.

Tí varð ein arbeiðsbólkur settur at arbeiða við hesum skrivinum, sum tekur støði í tí, sum varð umrøtt á fundinum.

Fyrr í vikuni bleiv skrivið sent myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum.

Á síðuni “Áheitanarskriv og áheitanir” kunnu líknandi skriv eisini lesast, m.a. áheitanarskrivið frá 12. august 2022, har Giktafelag Føroya eisini heitti á Landsstýrismannin um at seta giktalæknan aftur í starv.