Eitt kunnandi og væleydnað tiltak um barnagikt

Eitt kunnandi og væleydnað tiltak um barnagikt

Í Løkshøll í gjár skipaði Giktafelag Føroya fyri almennum tiltaki um barnagikt, sum hevur verið nógv eftirspurt av foreldrum at børnum við gikt.

Fyrsta innslag var ein kunnandi fyrilestur, har Charlotte Myrup, serlækni í barnagikt á Ríkissjúkrahúsinum, greiddi frá hvat barnagikt er. Hon greiddi m.a. frá ymiskum sløgum av barnagikt, hvussu tað verður viðgjørt og vísti á ymiskar trupulleikar, sum uppstanda, tá ið eitt barn fær staðfest gikt, og um hví tað er so týdningarmikið við regluligum læknavitjanum og kanningum.

Seinna innslag var við Absalon Eysturoy, serlækna á Barna- og ungdómsdeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann greiddi frá alskyns viðurskiftum á deildini, um hvussu tilgongdin er, tá ein gerst tilknýttur deildini, og hvussu barnagikt verður staðfest. Eisini greiddi hann frá um hagtøl, ætlanir á deildini og um tørvir á økinum, v.m..

Sum eitt eykainnslag, greiddi Bjarta á Húsabrúgv, sjúkrasystir á deildini, um sítt arbeiði, og um allar tær uppgávur, sum hon hevur á deildini. Bjarta er tilknýtt deildini í einum fyribilsstarvi, sum orsaka av tørvi er longt. Í hesum sambandi greiddi hon eisini frá um at vera send á skeið innan barnagikt, fyri at fáa fleiri førleikar á deildina innan júst hetta økið.

Í spurnarrunduni vóru nógvir ítøkiligir spurningar frá foreldrum, og spurningar frá øðrum áhugaðum um barnagikt yvirhøvur. Millum hesar spurningar varð eisini komið inná tørvin á kunningartilfari um barnagikt, sum felagið við hjálp frá Absalon Eysturoy ætlar sær undir at skapa.

Tiltakið var sera væl eydnað, og sera kunnandi, og ein roynd varð eisini gjørd at banda framløgurnar, sum vit vónandi kunnu leggja út seinni. Hetta er nakað, sum felagið ætlar at gera meira burturúr, so vit kunnu skapa okkum ein vitanarbanka, sum verður tøkur hjá øllum giktraktum borgarum. Meira um hetta seinni.

Vit gleðast um luttøkuna og móttøkuna av tiltakinum, og vóna sjálvandi at kunna fyriskipa fleiri tiltøk av hesum slag í framtíðini, so ljós verður varpað á, at eisini børn og ung kunnu fáa gikt. 

Sí myndirnar frá tiltakinum:

Áheitan: Takið giktaøkið í álvara!

Áheitan frá aðalfundinum: Takið giktaøkið í álvara!

Á aðalfundi hjá Giktafelag Føroya tann 12. apríl, varð skotið upp, at enn eitt skriv skuldi sendast myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum, um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv, og yvirhøvur at taka tað føroyska giktaøkið í álvara.

Orsøkin til uppskotið var tann, at fólk eru ónøgd við fleiri ymisk viðurskiftir á heilsuøkinum, og kenna seg yvirsædd í skipanini, og halda ikki at nóg stórt atlit verður tikið til sjúklingin, í avgerðini um ikki at seta giktalæknan aftur í starv.

Atkvøtt varð um uppskotið, og tók fundarfólkið á aðalfundinum undir við uppskotinum.

Tí varð ein arbeiðsbólkur settur at arbeiða við hesum skrivinum, sum tekur støði í tí, sum varð umrøtt á fundinum.

Fyrr í vikuni bleiv skrivið sent myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum.

Á síðuni “Áheitanarskriv og áheitanir” kunnu líknandi skriv eisini lesast, m.a. áheitanarskrivið frá 12. august 2022, har Giktafelag Føroya eisini heitti á Landsstýrismannin um at seta giktalæknan aftur í starv.

Tiltak: Hvat er barnagikt?

Tiltak um barnagikt

Mikudagin 10. mai kl. 18, skipar Giktafelag Føroya fyri kunnandi tiltaki í Løkshøll, sum burturav fer at snúgva seg um barnagikt.
Tiltakið kemur væntandi at varða áleið tveir tímar, og møguleik verður at seta alskyns spurningar til okkara fyrilestrahaldarar, sum báðir eru serfrøðingar innan barnagikt.
 
Skrá
18:00 – 18:05 – Felagið bjóðar vælkomin
18:05 – 18:50 – Charlotte Myrup: Hvat er barnagikt? Súmptomir, orsøk, týttleiki, viðgerð, v.m.
18:50 – 19:10 – Spurnarunda og kaffisteðgur
19:10 – 19:55 – Absalon Eysturoy: Um barnagikt í Føroyum. Skipan, útgreiningarmøguleikar, hagtøl, v.m.
 
Um fyrilestrahaldararnar:
Charlotte Myrup er serlækni í barnasjúkum, PhD og serfrøðingur í barnagiktasjúkum. Hon starvast dagliga sum yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, har hon er leiðandi fyri deildina fyri børn við giktasjúkum.
Absalon Eysturoy er serlækni í barnasjúkum, við serumráði við m.a. børnum við giktasjúkum. Hann starvast dagliga sum yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.
 
Vh,
Giktagelag Føroya

Nú kann søkjast um klimaviðgerð í Kroatia!​

Nú kann søkjast um klimaviðgerð í Kroatia!

Í samband við at Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag hava fingið játtan til at senda fólk í klimaviðgerð, ber nú til at søkja um hesa viðgerð.

Um ferðina:

Talan er um eitt intensivt venjingartilboð, sum fer fram undir bestu klimatisku viðurskiftum, á einum viðgerðar- og venjingardepli í Kroatia.

Les um viðgerðardepilin við at trýsta á leinkið her.

Vit vænta at farið verður úr Føroyum leygardagin tann 13. mai, við heimferð leygardagin 10. juni.

Soleiðis søkir tú:

  • Prenta umsóknarblaðið úr, tak tað við til egnan kommunulækna. Umsóknarblaðið kann takast niður niðast á hesari síðuni.
  • Hjá kommunulæknanum verður umsóknarblaðið útfylt.
  • Send útfylta umsóknarblaðið til visiterandi læknan.

Teldupostadressan er at finna í umsóknarblaðnum, og umsóknarfreistin at senda til visiterandi læknan er fríggjadagin 28. apríl kl. 12.00.

Játtanin hesaferð røkkur til 12 sjúklingar, sum er nakað minni enn áður, men hóast tað, viðmæla vit øllum at søkja, sum meta seg hava tørv á klimaviðgerð.

Aðalfundur: hølini fullsett og nevndin víðkað

Aðalfundur: hølini fullsett og nevndin víðkað

Mikudagin 12. Apríl hevði Giktafelag Føroya aðalfund í MEGD-húsinum. Væl varð møtt upp, og hølini vóru at kalla fullsett.

Áðrenn sjálvan aðalfundin helt Kathrine Lindenskov (Holm?) fyrilestur, við fakligum hugleiðingum um, hvussu gikt ávirkar sálarheilsuna. Síðan greiddi formaður felagsins, Terji Beder, um virksemið hjá felagnum undanfarna árið, um úrslit og um átøk, sum felagið enn arbeiðir við.

Tá ið nýggja nevndin skuldi veljast, vóru fleiri, sum ynsktu at halda sær framat, enn hvat viðtøkurnar hjá felagnum loyvdu, men av tí at eitt uppskot var innkomið um nýggjar viðtøkur fyri felagið, sum m.a. eisini fevndi um at víðka um nevndina, gjørdi aðalfundurin av at víðka um talið av nevndarlimum. Harafturat gav aðalfundurin eisini loyvi til at hyggja burtur frá avmarkingini í at hava tveir tiltakslimir, sum eisini var partur av viðtøkuuppskotinum.

Nevndin í felagnum varð sostatt víðkað, og fór frá fimm nevndarlimum, til átta nevndarlimir, og tiltakslimirnir fóru frá tveimum til tríggjar tiltakslimir.

Vald í nevndina vóru:

  • Terji Beder
  • Dávur Glerfoss
  • Anna Petersen
  • Hergerð Joensen
  • Amy Johannesen
  • Jónveig Arge

Nývald í nevndina:

  • Mariann Stenberg
  • Gudrun M. Nolsøe
  • Gunnleyg M. Arge

Tiltakslimir:

  • Sunneva Jakobsen
  • Ingun Dalbúð

Hanna Absalonsen, sum í eitt mannaminni hevur verið partur av felagnum, valdi ikki at stilla upp aftur. Vit vilja enn einaferð takka henni fyri hennara virksemi og mongu ár í felagnum.

Eisini varð avgjørt á fundinum, at viðtaka nýggjar viðtøkur fyri felagið. Hesar viðtøkurnar vóru í høvuðsheitum tær, sum vóru sendar inn sum uppskot til fundin, tó so at nevndin fekk heimild at gera rímiligar tillagingar, sum fevndi um at áseta hvør kann tekna felagið, at broyta nakar tíðarásetingar um roknskap og at gera yvirorðnaðar málsligar rættingar.

Eisini varð avgjørt at felagið skal arbeiða við at skipa fyri einari stuðulsskipan, har stuðul verður latin lesandi, sum ynskja at arbeiða við evnum, sum hava við gikt at gera. Tá ið nevndin viðgerð hetta málið, ásetir nevndin sjálv upphæddina fyri, hvussu nógvur stuðul kann verða latin hvørjum umsøkjara.

Á aðalfundinum varð eisini avgjørt, at gera eina yvirlýsing til Landssjúkrahúsið, um at fáa giktalækna Pero Soré aftur í starv.

Nevndin takkar fyri góðu uppmøtingina og aktivu luttøkuna undir fundinum. 

Róland Toftum – eisini ein fyrimynd fyri giktaøkið

Róland Toftum - eisini ein fyrimynd fyri giktaøkið

Í ítróttarsendingini 3-2 í gjár, var ein samrøða við Róland Toftum, sum er í uppskoti sum ársins ítróttarfyrimynd 2022 hjá Ítróttarsambandi Føroya.

Hóast Róland hevur giktasjúkuna Morbus Bechterew, megnar hann at svimja á høgum stigi, har hann eisini hevur umboðað Føroyar uttanlands.

Tað er týdningarmikið at hava nógvar góðar fyrimyndir, og tí gleðist Giktafelag Føroya yvir uppskotið hjá Ítróttarsambandi Føroya.

Hjartaliga til lukku Róland.

Sí innslagið úr 3-2 

 

Giktafelag Føroya við nýggjari heimasíðu

Giktafelag Føroya við nýggjari heimasíðu

Nýggja heimasíðan er eitt stórt framstig frá tí undanfarnu heimasíðuni, sum táttar í at hava 20 ár á baki.

Við nýggju heimasíðuni hava vit miða okkum ímóti at skapa betri gjøgnumskygni í felagið, við at leggja út viðtøkur, lýsa søguna hjá felagnum, bera fram politisk ynski, v.m. umframt eisini at skapa kunnandi tilfar, sum eru viðkomandi fyri borgarar, sum antin liva við ella kundu hugsa sær at vita meira um tað at liva við gikt.

Eisini hava vit lagt okkum eftir at skapa kunnandi tilfar, sum lýsir teir møguleikar ein hevur, tá ið tað kemur til at søkja um stuðul til hjálpartól og at søkja um ymiskar viðgerðir, sum giktasjúk í dag hava rætt til. Hetta kemst av, at vit hava saknað eitt samlað yvirlit yvir tey rættindir, sum giktasjúk hava í dag, men sum í avmarkaðan mun hevur verið møguligt at lisið seg fram til. Við hesum er ætlanin, at allir hentleikar verða miðsavnaðir á einum og sama stað.

Umframt hetta verður eisini gjørt eitt greitt yvirlit yvir alt tað, sum hevur við arbeiðs- og útbúgvingarviðurskiftir at gera, umframt pensjón og tá tað kemur til aðrar almennar veitingar.

Vit vilja umbiða okkum, um onkrir smávegis feilir eru á heimasíðuni í byrjanini. Teir feilir, sum uppstanda, verða rættaðir so líðandi, somuleiðis sum heimasíðan eisini líðandi fær eitt vakrari snið.

Vit vóna, at tit taka væl ímóti nýggju síðuni, og vóna, at tit koma at leita tykkum kunning umvegis síðuna.


Vinarliga

Nevndin

Liðrørsla: nýtt poddvarp um gikt

Liðrørsla: Nýtt poddvarp um gikt

Liðrørsla er eitt nýtt poddvarp, sum snýr seg um gikt og venjing, umframt annað viðkomandi, sum hevur við gikt at gera.

Verturin á poddinum er Jóan Petur Joensen, sum eisini er stigtakari til poddin. Í teimum komandi sendingunum, fer hann, saman við øðrum, at hugleiða um alskyns viðurskiftir, sum hava við gikt at gera.Hoyri fyrstu sending, við at fylgja viðhefta leinkinum.

Hoyrið fyrsta part av poddvarpinum

Vinarliga

Giktafelag Føroya