Nei og ja við sama lag
Vár Næs, Psykomotoriskur- og Náttúruterapeutur
07.09.2023
Eg ynski við hesari greinini at varpa ljós á, at tað er týdningarmikið at vita nær ein skal siga ja og nær ein skal siga nei fyri at passa uppá sína egnu heilsu. Tað krevur orð, dirvið og styrkið at seta egin mørk, og tað tekur tíð, tár og tolsemi at læra egin mørk at kenna.
Tað er týdningarmikið at taka sína heilsu í álvara, bæði kropsliga, sálarliga og sosialt. Tá ein fær staðfest kroniska pínu, kann tað kennast sum at missa fótafestið eina løtu, tí kroppurin hevur fingið valdið. Vit kunnu ikki annað enn læra okkum at lurta eftir kroppinum, og taka okkum av kroppinum best til ber. Eitt lív við kroniskari pínu hevur við sær eitt stórt tilveruskifti, ið kann ávirka aðrar partar í lívinum, sum eitt nú at finna orku til gerandis uppgávur, arbeiði, at venja, hitta vinfólk, familju og at liva upp til samfelagsnormar.
At liva við kroniskari pínu kann vera tungt og møtimikið, tí sum nevnt henda tað nógvar broytingar í tilveruni. Umframt sjálva pínuna, sum ein dagliga skal læra at rúma og liva við, so skal ein samstundis skipa seg av nýggjum, og ikki minst rúma, at onnur ikki skilja ein til fulnar og tey val, ið verða tikin. Tað kann vera torført at passa inn í samfelagsnormarnar, og tað býr eitt stórt arbeiði at skapa sær sín egna lívsstíl, ið passar til livistøðuna við kroniskari pínu. Hetta krevur, at ein má læra sín egna kropp at kenna, og at seta orð á tey tekin, ið kroppurin fortelur einum, og tað krevur eisini eina innaru styrki at siga ja og nei fyri at passa uppá sína egnu heilsu. Men hvussu ger man tað?
Sum psykomotoriskur terapeutur og náttúruterapeutur, arbeiði eg við at skapa kropsligar upplivingar, millum annað í náttúruni, við tí fyri eyga at styrkja kropstilvitanina hjá tí einstaka. Her er fokus á at røra kroppin og at stimulera allar sansir, so vit gerast betur til at skilja tekini, sum kroppurin fortelur okkum, og tann vegin gerast betur til at merkja eftir, hvat kroppurin tørvar her og nú. Tann avgerðin ein tekur her og nú, kann hava stóra ávirkan á kroppin í framtíðini, tí hóast tað kennist fínt í løtuni, kann tað koma ein kraftig pína seinni ella brestandi eftir nøkrum døgum. Tá kann tað vera gott at vera tilvitandi um, hvat kroppurin megnar og ikki megnar. Tað kann vera so einkult sum at kenna svongd, kulda, hita, møði ella gleði, til at føla eftir nær neyðugt er at taka sær pausur í gerandisdegnum, til at koma nærri at tí sum er orkugevandi heldur enn at koyra í ring við tí sum er orkukrevjandi og stressandi. Við at gerast betur vitandi um, hvat kennist væl og hvat kennist minni væl, koma vit nærri at tí, sum kroppurin megnar, tørvar og hevur av møguleikum. Við hesum kunna evnini styrkjast til at deila orkuna betur út yvir dagin og geva pláss fyri tí sum gevur lívsgóðsku.
Sterkari kropstilvitan kann hjálpa einum at varðveita eina góða heilsu, og at megna gerandisdagin út frá teimum førleikum ein hevur íborið. Tað gerst við eitt sjónligt í kroppinum, tá tað henda stórar broytingar í lívinum, sum eitt nú at liva við kronsikari pínu. Hetta kann millum annað vera at gerast stívur í kroppinum, uppliva spenningar í vøddunum, pínu í liðunum, svøvntrupulleikar, høvuðpínu, tunglyndi, møði, angist og óró. Av og á er tað lættari at leita sær vekk frá hesum symptomum, heldur enn at fyrihalda seg til symptomini. Men tá vit fyrihalda okkum til støðuna og gera kropsligar venjingar í eitt nú náttúruni kann kropstilvitanin styrkjast, og tað kann gerast lættari at viðurkenna støðuna, og harvið finna ella endurfinna teir førleikar, ið kunna hjálpa einum at liva eitt gott og innihaldsríkt lív við kroniskari pínu. Hetta kann vera ymiskt virksemi saman við øðrum, ið heldur kropp og sinn virkið á ein jaligan og innihaldsríkan hátt.
Tað kann vera tíðarkrevjandi at ansa eftir síni egnu heilsu. Fyri nøkur kann tað kennast torført at velja seg sjálvan til fram um onnur og annað virksemi. Men at siga ja til sína egnu heilsu er at taka seg sjálvan í álvara, og tá gerst tað lættari at vera nakað fyri onnur.
Møguleikin fyri at siga ja ella nei eigur altíð at vera til staðar. Tað eigur at vera líka nógv okey at siga nei, sum tað er at siga ja, og at siga ja líka nógv sum tað er okey at siga nei. Men hetta kann vera avbjóðandi tí at tað ofta merkir, at okkurt ella onkur verður valdur frá, ella eisini býr tað ein ótti fyri, at ein sjálvur missur nærleika við tey ein er góður við.
Tá ið ein livir eitt lív við kroniskari pínu, er tað serliga av týdningi at læra, at tað er líka gott at siga nei sum tað kann vera at siga ja. Tí tá vit læra at siga nei, er tað eitt tekin um, at vit koma nærri at tí, sum okkara egni kroppur tørvar og ynskir, og tá byrja vit at siga ja til okkara egnu heilsu og okkara egna lív, byrja vit at hugleiða yvir, um vit í veruleikanum hava hug til hetta ella hatta. Tá er bara eftir at styrkja dirvið til at halda fast í búkkensluni, og síðani liva eftir tí, sum innast inni kennist rætt fyri ein sjálvan.
Tað kann vera avbjóðandi at finna fótafestið aftur tá ein skal læra at liva við kroniskari pínu. Tað er bert tann við kroniskari pínu, ið kann ráða yvir egnari tilveru og skapa góða lívsgóðsku við pínuni. Tað finnast tó ymiskar tænastur, ið kunna lætta um pínuna, og ein teirra er psykomotorisk terapi saman við náttúruni.
Náttúran er skiftandi eins og okkara egnu tankar og kenslur. Tá ið tú finnur eitt trygt stað í náttúruni, sum tú kanst venda aftur til, so kann tað kennast sum eitt trygt stað at vera, tí náttúran er har við tað sama og stuðlar tær og dømir teg ikki. Her er pláss fyri, at alskins tankar og kenslur kunna koma og fara eins og náttúran rúmar sól, regni og vindi.
Ikki er tað neyðugt at eiga pengar fyri at linna pínuna úti í náttúruni. Hóast psykomotorisk terapi ikki er ókeypis, so kann tað vera ein góð íløga, tí amboðini hóska ótrúliga væl saman við náttúruni. Náttúran er ókeypis, tøk og kann vera stuðlandi eins og ein terapeutur kann vera. Psykomotorisk amboð, ið styrkja kropstilvitanina, kunna hjálpa einum at vera í náttúruni á ein hátt, har vit brúka minst møguliga orku og samstundis kunnu samla nýggja orku og nýtt yvirskot. Amboðini kunna til dømis vera uppmerksemisvenjing, róligar rørslur, styrkivenjing, andadrátsvenjingar, hugleiðing og skriviverkstaður. Tá ið kroppurin hevur lært hesi amboð, nýtist tað ikki at hava við sær fíggjarligar útreiðslur at røkja egnu heilsu síni.
Ímynda tær at tú gongur tær ein túr úti í náttúruni. Tú upplivir pínu og nógvar tankar. Ímeðan tú gongur kennist tað sum at pínan og tankarnar fylla minni og minni. Kroppurin gerst heitur, liðini gerast meira smidlig og vøddarnar styrkjast. Tú gerst samstundis upptikin av vøkru umstøðunum, fuglaljóðinum, veðrinum og djóralívinum. Tú nærkast nú havinum og setir teg á ein stein og so hendur tað: Tað spontana uppmerksemi. Friðurin. Pausan. Tankarnir gerast meira klárir, og tað verður meira sjónligt um svarið skal vera ja ella nei.
Vár Næs
Psykomotoriskur Terapeutur & Náttúruterapeutur
Starvast við Recovery og rehabilitering
- Vár Næs
- 05/09/2023
- 12:07