Gongutúrur kring Toftavatn

Mánadagin 23. juni kl. 17:30, skipar Giktafelag Føroya fyri limatiltaki, har gingið verður rundan um Toftavatn.

Kaffi, te og okkurt ábit verður at fáa.

Tiltakið er ætlað limum felagsins, men til ber at melda seg sum lim á tiltakinum, og til ber sjálvandi eisini at tekna seg sum lim áðrenn.

Um tú vilt tekna teg sum lim, skalt tú flyta limagjald á konto 9181 – 4986131, og viðmerkja navn.

Limagjaldið fyri einstaklingar er á 300, 400 fyri hjún ella sambúgvandi og 450 fyri familjur.