Samla undirskriftir í fýra dagar afturat

Seinastu tíðina hevur Giktafelag Føroya innsamlað undirskriftir, um at fáa giktalækna Pero Soré aftur í starv, so vit aftur fáa tveir fastar giktalæknar í Føroyum. Hetta tí at vit kunnu staðfesta, at konsulentskipanin, sum sjúkrahúsleiðslan hevur sett í verk, als ikki virkar á einum nøktandi støði. Vit hava verið í samband við heilt nógv fólk, sum kenna seg ótrygga við støðuna, hava havt ringar royndir við skipanini og sum eisini á annan hátt hava funnist at skipanini. Fleiri greinir eru eftir hondini skrivaðar um evni, og til ber at lesa hesar á heimasíðu felagsins og á facebook.

Føroyska giktaøkið hevur í nógv ár havt tann sama giktalæknan virkandi á økinum, sum nú ikki er í starvi longur á Landssjúkrahúsinum. Fyri nøkrum árum síðani, legðist ein giktalækni afturat, og í nøkur ár var giktaøkið í góðum hondum, við tveimum virkandi giktalæknum, sum samstundis merkti, at tann konsulentskipanin, sum hevði virka á økinum, tá bert ein giktalækni var, bleiv støðgað.

Men í dag standa vit aftur í somu støðu, sum áðrenn tað blivu tveir giktalæknar, tó við hinum giktalæknanum. Giktalæknin, sum vit við undirskriftainnsamlingini stuðla, vil fegin sleppa aftur til arbeiðis sum serlækni innan gikt, men sleppir ikki, tí leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki loyvir tí. Avleiðingin er eitt vánaligt viðgerðartilboð, sum setir nógvar giktasjúklingar í klemmu.

Við at skriva undir innsamlingina, kanst tú stuðla giktafelagnum og teimum giktraktu borgarum, sum hava mist sín lækna, og nú skulu dúva uppá útlendskar konsulentar, sum ikki kenna sjúklingin.

Eitt prinsippmál, sum snýr seg um konsulentar

Undirskriftainnsamlingin, um at seta giktalæknan aftur í starv, snýr seg um eitt giktaøki, sum við einari kosulentskipan er nógv versnað, og sum gongur út yvir ta viðgerð, sum giktasjúklingar fáa. Hetta er altso ein spurningur um, hvørs vit skulu hava tveir fastar giktalæknar, ella um vit skulu hava ein fastan giktalækna, við supplerandi læknum, sum ikki eru tilknýttir økinum ella sjúklingunum. Innsavningin snýr seg sostatt ikki um at seta tveir giktalæknar upp ímóti hvørjum øðrum, tí tann giktalæknin, sum enn virkar á økinum, er eisini sera týdningarmikil fyri góðskuna í viðgerðini á Landssjúkrahúsinum. Her kunnu vit staðfesta, at óansæð hvør av giktalæknunum tað er, sum ikki sleppur at virka sum giktalækni, so vil Giktagelag Føroya stuðla tí læknanum, tí tað í síðsta enda rakar sjúklingin. Giktafelag Føroya vil til eina og hvørja tí virka fyri, at fleiri staðbundnir giktalæknar eru, heldur enn at føroyska giktaøkið verður latið upp í hendurnar á læknum, sum ikki eru á staðnum.

Samla undirskriftir í fýra dagar afturat

Undirskriftainnsamlingin, sum enn liggur tøk á netinum, endar týskvøldið 6. juni á miðnátt, og verður síðan handað landsstýriskvinnuni í Heilsumálum, Margit Stórá. Undirskriftainnsamlingin er stostatt enn opin, og til ber at gera sína undirskrift galdandi við at fylgja leinkinum, sum er hjálagt her: Setið giktalæknan aftur í starv!

Giktafelag Føroya