
Klimaviðgerð: 12 sluppu í viðgerð, og ferðaliðið er nú farið avstað
Í síðsta mánað heittu vit á teir limir, ið mettu seg hava tørv á klimaviðgerð, um at søkja at sleppa í hesa viðgerð. Freistin at søkja var 28. apríl.
Av 24 innkomnum umbønum, fingu 12 játta hesa viðgerð, og stutt eftir umsóknarfreistina fingu allir umsøkjarar svar.
Játtanin til klimaviðgerðina var avmarkað, og tí bar ikki til at loyva øllum í klimaviðgerð sum søktu. Hetta hevur ført við sær, at fleiri hava verið skuffaði um, at tey ikki fingu hesa viðgerð í boði, men vónandi verður hendan upphædd hækkað á næstu Løgtingsfíggjarlóg, so fleiri kunnu koma í viðgerð.
Ferðaliðið er nú komið til Danmarkar, og í morgin gongur leiðin víðari til Kroatia.
Um tilgongdina:
Fleiri spurningar hava verið um, hvussu tvey sjúklingafeløg kunnu umsita eitt viðgerðartilboð, og um hvussu feløgini kunnu gera av, hvør skal sleppa í klimaviðgerð og ikki.
Feløgini hava sett ein arbeiðsbólk, mannaður við umboðum frá Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag, sum tekur sær av klimaviðgerðini og øllum tí praktiska, sum hartil hoyrir, t.e. fyriskipan av túri, flogferðaseðlum og samskifti við viðgerðarstovn. Hesin arbeiðsbólkurin hevur skipað gongdina soleiðis, at ein læknafaklig meting verður gjørd fyri allar innkomnar umbønir, og er tað læknin, sum avgerð, hvør fær tilboðið bjóðað. Hareftir hava umboð úr bólkinum givið umsøkjarunum boð.
Orsøkin til at sjúklingafeløgini ikki sjálvi hava gjørt av, hvør sleppir í klimaviðgerð er tann, at sjúklingafeløgini ikki hava førleika at meta um, hvør er skikkaður at fara og ikki. Harafturat eru ávísir nevndarlimir, sum gerast ógegnigir í hesum arbeiði, tí teir sjálvir hava tørv á klimaviðgerð. Við ikki at hava nakran lut í avgerðini, meta feløgini tó, at vit eru komin uttanum hesa avbjóðing.
Læknin, sum játtaði at meta um innkomnu umbønirnar, var fyrrverandi kommunulækni, Jenis av Rana, sum eftir at hava lisið umbønirnar, eisini hevur havt eina samrøðu við sjúklingarnar. Vit vilja tí eisini nýta høvið at takka honum fyri at vilja átaka sær hesa uppgávuna.
Vinarliga heilsan,
Giktafelag Føroya