Áheitan frá aðalfundinum: Takið giktaøkið í álvara!
Á aðalfundi hjá Giktafelag Føroya tann 12. apríl, varð skotið upp, at enn eitt skriv skuldi sendast myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum, um at seta giktalækna Pero Soré aftur í starv, og yvirhøvur at taka tað føroyska giktaøkið í álvara.
Orsøkin til uppskotið var tann, at fólk eru ónøgd við fleiri ymisk viðurskiftir á heilsuøkinum, og kenna seg yvirsædd í skipanini, og halda ikki at nóg stórt atlit verður tikið til sjúklingin, í avgerðini um ikki at seta giktalæknan aftur í starv.
Atkvøtt varð um uppskotið, og tók fundarfólkið á aðalfundinum undir við uppskotinum.
Tí varð ein arbeiðsbólkur settur at arbeiða við hesum skrivinum, sum tekur støði í tí, sum varð umrøtt á fundinum.
Fyrr í vikuni bleiv skrivið sent myndugleikunum og Landssjúkrahúsinum.
Á síðuni “Áheitanarskriv og áheitanir” kunnu líknandi skriv eisini lesast, m.a. áheitanarskrivið frá 12. august 2022, har Giktafelag Føroya eisini heitti á Landsstýrismannin um at seta giktalæknan aftur í starv.