Formansfrágreiðing 2022 - 2023

Virksemi hjá Giktafelag Føroya – 2022 – 2023

Eitt buldrasligt ár

Árið hevur verið nógv merkt av serliga tveimum málum, sum felagið hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa loyst. Talan hevur verið um tvey tung mál, har samrátt hevur verið við landsmyndugleikar, um at vinna okkum rættin til eina haldgóða tænastu, sum eftir okkara tykki hevur verið hótt hetta árið. Formaðurin og nevndarlimir í felagnum hava í hesum sambandi verið í miðlunum í fleiri umførum, har ljós er varpað á hesi málini.

Klimaviðgerð

Eftir at tveir skriftligir § 52 a fyrispurningar, eftir Tingskipanini, vóru settir landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, varð greitt, at klimaviðgerðartilboðið, sum hevur verið eitt tilboð fyri ávísar gikta- og psoriasissjúklingar, ikki longur var tøkt.

Tí skrivaði Giktafelag Føroya, saman við Psoriasisfelag Føroya og Morbus Bechterew Føroyar eitt áheitanarskriv til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum varð latið landsstýrismanninum tann 27. juni 2022.

Fundir vóru hildnir í hesum sambandi við bæði Heilsumálaráðið og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, sum tó ikki tóktust at hava nakra ávirkan, í mun til at fáa hetta tilboðið aftur á skrá.

Av hesi orsøk sendi Giktafelagið saman við Psoriasisfelagnum eitt felagsskriv til Trivnaðarnevndina í Løgtinginum, har vit bóðu um játtan til hesar viðgerðir, so at feløgini sjálvi kundu standa fyri hesum tilboðnum, nú tá hetta varð avtikið á Landssjúkrahúsinum.

Tá ið Løgtingsfíggjarlógin endaliga varð samtykt, høvdu Psoriasisfelagið og Giktafelagið 250.000 krónur hvør at brúka til hesa viðgerð.

Uppsagnar/setanarmál hjá giktalækna

Í samband við málið hjá giktalækna Pero Soré, skrivaði felagið eitt áheitanarskriv til bæði sjúkrahúsleiðsluna og til landsstýrismannin í heilsumálum, um at ganga afturkallingini av uppsøgnini hjá læknanum á møti. Áheitanarskrivið var bæði sjúkrahúsleiðsluni og landsstýrismanninum í hendi tann 12. august 2022.

Hetta setanar/uppsagnarmálið er enn í gongd, og tí vita vit ikki endaliga hvør støðan er, tó at vit ikki eru bjartskygd, tá ið tað kemur til eina evt. endursetan. Pero hevur boðað okkum frá, at Danska serlæknafelagið er farið undir at fyrireikað eitt rættarmál móti Landssjúkrahúsinum í hesum málinum.

Ein avleiðing av at hava ein fastan giktalækna, heldur enn tveir er, at vit hava fingið eina rokerandi konsulentskipan, har útlendskir læknar frá Ríkissjúkrahúsinum eru í Føroyum sum avloysarar, sum sambært sjúkrahúsleiðsluni er besti máti at kunna loysa aktuella trupulleikan, við manglandi læknaligari arbeiðskraft. Leiðslan hevur her vissað okkum fyri, at tey gera hvat tey kunnu, fyri at fáa hesa skipanina so góða sum gjørligt, men at tað kann taka tíð áðrenn hendan skipanin ordiliga er komin upp at koyra.

Tiltak á altjóða giktadegnum

Í samband við at vit frættu, at ein sjálvstøðugur foreldrabólkur at giktraktum børnum arbeiddi fyri at skipa eitt kunnandi tiltak, valdi Giktafelag Føroya at stuðla bólkinum í teirra arbeiði. Samskift varð millum felagið og bólkin um hvussu farast skuldi fram, og hvussu giktafelagið kundi hjálpa bólkinum við hesum tilatki. Skjótt varð avgjørt, at felagið vildi stuðla bólkinum við hølum og mati, og vildi samstundis eisini kunna øðrum borgarum um tiltakið.

Hetta tiltakið bleiv ikki hildið hetta árið, men vit vóna at tað verður hildið í næsta ár.

Nýggj heimasíða

Felagið hevur fingið nýggja og betri heimasíðu, enn tann gamla, sum annars hevur verið virkin síðan fyrst í 00unum. Við heimasíðuni kunnu giktasjúk lesa um gikt, síggja hvørji rættindi tey hava, hvørjir møguleikar eru fyri viðgerð og hjálpartólum, umframt at rættindi viðv. pensjón, eftirútbúgving, tillagaðum starvi ella arbeiðsbúgving eisini eru greinaði.

Avgerðin um at fáa felagnum nýggja heimasíðu varð tikin av undanfarnu nevnd í árinum 2021 – 2022, men heimasíðan var ikki klár fyrr enn í ár.

Giktafelagið umboðað í Sjúklingaráðnum

Fyrr í ár varð Sjúklingaráðið, sum vegleiðir landsstýrisfólkið í Heilsumálum í lógaruppskotum o.ø. umskipað, og í hesum sambandi hava øll feløgini í MEGD innstillað umboð úr teirra feløgum. Hesaferð fingu vit í Giktafelagnum eitt umboð, tá ið Hergerð Joensen bleiv vald sum umboð. T.v.s. At felagið nú er umboðað í hesum ráðnum, sum vit kunnu gleðast um, og vónandi ber til at gera batar á tí frontinum eisini.

Onnur virkin mál

Greinarøð
Vit hava sent fyrispurningar út til ymisk feløg, sum vit meta vera viðkomandi, um at skriva greinir um gikt, út frá ymiskum perspektivum. Hetta so vit fáa eina greinarøð við viðkomandi kunning um gikt, og so ljós eisini verður varpað á gikt út frá ymiskum sjónarhornum. Vit hava enn bert fingið eina grein sendandi, men hava frætt, at í øllum førum tvær greinir eru ávegis, ein frá MEGD, og ein frá Pínuklinikkini í Suðri. Tá hesar greinir vera latnar felagnum, vera tær lagdar á heimasíðuna at lesa, og vit vóna at tær fyrstu greinirnar fara at geva øðrum íblástur til eisini at skriva – vónandi eisini onkur av okkara limum.

Hagtøl
Felagið hevur eisini sent fyrispurningar til Sjúkrahúsleiðsluna og Almanna- og mentamálaráðið, um at fáa hagtøl fyri giktaøkið. Hóast vit ikki enn hava fingið svar frá Sjúkrahúsleiðsluni, so hava vit fingið svar frá AMMR, sum sigur, at gott og væl ein triðjingur av øllum, sum enda í tillagaðum starvi og í fyritíðarpensjón, enda í hesum skipanum orsaka av gikt. Tey vita ikki hvussu nógv í skipanunum hava gikt, tí man ikki ger slík hagtøl, men við input, er talið áleið ein triðjingur.

Tað finnast nógvar orsøkir til hví ein fær tillagað starv ella fyritíðarpensjón, summar av orsøkunum eru t.d. terminalar sjúkir o.a., meðan gikt ikki er lívshóttandi í so máta. Tí er okkara misstanki, at giktrakt fylla væl meira enn ein triðjing av teimum, sum eru í hesum skipanum, hóast vit enn ikki hava fingið hetta váttað. Ein annar misstanki, sum vit ikki hava fingið váttað er, at hesin eini triðjingurin ger, at gikt er størsti sjúklingabólkur, sum er umboðaður millum teirra, sum fáa fyritíðarpensjón ella eru í tillagaðum starvi.

Venjing í heitum hyli
Felagið hevur sent fyrispurningar út til nakrar av teimum svimjihylum kring landið, sum eru heitir, um at kunna fáa atgongd til hyljarnar, so hesir kunnu vera brúktir til venjing hjá okkara limum. Hetta so giktrakt betri kunnu fáa atgongd til venjing í heitum hyli, sum annars er ein trupulleiki hjá teimum, sum enn eru á arbeiðsmarknaðinum, tí tey tilboð av hesum slag, sum eru, liggja øll í dagtímunum, og tí ber illa til at fara til venjing, tá ein samstundis skal røkja eitt arbeiði.

Vit hava ikki fingið svar uppá hesar fyrispurningar enn, men koma at senda út rykkjarar.

Eisini er ætlanin at senda kommununum áheitanarskriv, um at hava heithylar í huga, tá nýggjir svimjihylar vera bygdir, og helst eisini at byggja hylar til venjing, heldur enn “spa-fasilitetir”, sum annars tykist at vera populert.

Avsláttarskipan
Felagið hevur arbeitt við einari  avsláttarskipan, har limir felagsins kunnu fáa avsláttur í handlum og hjá ymiskum viðkomandi tænastuveitarum, sum játta seg at vera partur av skipanini. Her er eitt skriv liðugt, sum verður sent út, men vit mangla enn at gera eitt limakort, sum kann brúkast sum prógv, tá ið skipanin kemur í nýtslu. Orsøkin til hesa skipanina er, at vit vilja geva limum okkara nakrar fyrimunir, sum kunnu lætta um í gerandisdegnum, tí vit vita, at tað kann vera sera tungt fíggjarliga at stríðast við gikt.

At enda
Hóast hetta árið hevur verið buldrasligt, so hava vit fingið góða hjálp frá limum, sum ikki eru vald í nevndina, sum hevur verið til stóra hjálp fyri okkara arbeiði. Vit mugu eisini sannað, at arbeiðsorkan hjá felagnum er avmarkað – flest okkara eru jú rakt av bæði pínu og møði – og tí vil eg heita á allar nýggjar kreftir um at halda sær framat.

 

Terji Beder,
formaður í Giktafelag Føroya