Vit vænta at farið verður úr Føroyum leygardagin tann 13. mai, við heimferð leygardagin 10. juni.
Soleiðis søkir tú:
Prenta umsóknarblaðið úr, tak tað við til egnan kommunulækna. Umsóknarblaðið kann takast niður niðast á hesari síðuni.
Hjá kommunulæknanum verður umsóknarblaðið útfylt.
Send útfylta umsóknarblaðið til visiterandi læknan.
Teldupostadressan er at finna í umsóknarblaðnum, og umsóknarfreistin at senda til visiterandi læknan er fríggjadagin 28. apríl kl. 12.00.
Játtanin hesaferð røkkur til 12 sjúklingar, sum er nakað minni enn áður, men hóast tað, viðmæla vit øllum at søkja, sum meta seg hava tørv á klimaviðgerð.