Fyrilestur um gikt í Klaksvík

Leygardagin 22. mai 2021 hevði Giktafelag Føroya fyrilestur um gikt, sum varð hildin á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Fyrilesturin var partur av tiltakinum Virkið Lív, sum Klaksvíkar kommuna skipaði fyri.

Til fyrilesturin varð greitt frá søgu felagsins, hvussu tað er at liva við gikt, og týdninginum av at byrja at tosa um gikt, so at borgarar og samfelag gerast meira varðug við gikt.

Vit vilja takka øllum teimum, sum sýndu tiltakinum áhuga, og fyri at síggja so nógv andlit til fyrilesturin.

Giktafelag Føroya