Altjóða giktadagur: eitt væleydnað tiltak

Á altjóða giktadegnum í ár, skipaði Giktafelag Føroya fyri almennum tiltaki um gikt. Tiltakið varð hildið í Løkshøll í Runavík og fekk góða undirtøku og uppmøting.

Skráin fyri dagin var sum fylgjandi:

  • Formaður felagsins, Terji Beder, bjóðaði vælkomin og greiddi frá virksemi felagsins
  • Terapeutar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Benadicta Sólheim Ellingsgaard og Erla Nielsen, greiddu frá giktaviðgerð og teirra viðgerðartilboði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
  • Serlækni í reumatologi, Pero Soré, greiddi frá um lívfrøðiligan heilivág og um klimaviðgerð.

Á tiltakinum luttók eisini fyritøkan Rosah, sum selir ergonomisk hjálparamboð.

Sí myndir frá tiltakinum: