Podvarp um heilsu

Sum nakað heilt nýtt, hava vit fingið loyvi, at deila nøkur podvarp. Evnini i vera umrødd eru gikt, rørslu og ymist annað i samband við heilsu.Tað er Jóan Petur Joensen í hevur tilvirka hesi podvarp. 

 

Jóan Petur's Podcast

Leinkjan er her:  Liðrørsla Partur 1

Nógvir føroyingar stríðast við giktasjúku. Giktasjúka rakar fólk í øllum aldri. Sambært gigtforeningen.dk koma fleiri enn 200 ymsikar diagnosur undir gikt.
Fleiri føla seg standa ógvuliga einsamøll í einum dagligdegi merktum av pínu, stívum liðum, møði og niðursettum virkisførleika. Saknurin av kunning og hjálp í dagligdegnum er stórur. 

Endamálið við Liðrørslu er at varpa ljós á gikt og tær avbjóðingar, ið fylgja við sjúkuni. Samstundis ynskja vit eisini at koma við góðum ráðum til betri vælveru í einum dagligdegi við gikt við t.d. rørslu og øðrum tilboðum í landinum.
 
Í hesum fyrsta partinum verður tosað við Erlu Nielsen. Hon starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum fysioterapeutur, og her fortelur hon m.a. um týdningin av at røra seg. 

 

Leinkjan er her:  Liðrørsla Partur 2

Nógvir føroyingar stríðast við giktasjúku. Giktasjúka rakar fólk í øllum aldri. Sambært gigtforeningen.dk koma fleiri enn 200 ymsikar diagnosir undir gikt.
 Fleiri føla seg standa ógvuliga einsamøll í einum dagligdegi merktum av pínu, stívum liðum, møði og niðursettum virkisførleika. Saknurin av kunning og hjálp í daglidegnum er stórur. 
 
Endamálið við Liðrørslu er at varpa ljós á gikt og teir avbjóðingar ið fylgja við sjúkuni. Samstundis ynskja vit eisini, at koma við góðum ráðum til betri vælveru í einum dagligdegi við gikt við t.d. rørslu og øðrum tilboðum í landinum.
 
Í hesum partinum, verður tosað við Jákup Petur Eliasen. Han starvast sum Deildarleiðari fyri fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu. Umframt hetta íðkar hann sera nógvan ítrott. Jákup Petur er útlærdur fysioterapeut, og her fortelur hann m.a., um tær avbjóðingar hann hevur haft við diskusprolaps.

 

 

 

     
   
     
Leita á gikt.fo Send ein teldupost Heim